Tað eru fáar bilverksmiðjur, sum seinastu tíðina eru komnir á marknaðin við so nógvum nýggheitum sum Renault. Bara í ár eru teir komnir við nýggjum Laguna, Kangoo, Grand Modus, Twingo og Koleos, eins og fleiri aðrar nýggheitir eru á veg.
Nýggjasti Renault Koleos, ið fyrstu ferð varð sýndur fram sum konseptbilur á Frankfurt Motor Show í fjør, er ein smartur SUV við fronskum designi, japanskum teknikki og er framleiddur í Suðurkorea.
Koleos er ein hampuliga stórur SUV, ið er sum ein persónbilur at koyra og lættur at umgangast í allar mátar. Ein heppin planding av japanskum kvaliteti og fronskum koyrieginleikum. Tekniskt er Koleos sami bilur sum Nissan X-Trail.
Koleos fæst við tveimum ymiskum 2.0 dCi dieselmotorum við ávikavist 150 hk (320 Nm) og 175 hk (340 Nm). Bensinmotorurin er ein 2,5 litra við 170 hk (226Nm).
Bilurin vit royndarkoyrdu var ein Koleos Dynamique Comfort við 2.0 dCi turbo dieselmotori við 150 hk (6-gir) við eini framkomnari 4x4 skipan. Hann hevur t.d. automatiskt, 2-zone klimaskipan, el-síðuspegl, sum kunnu leggjast inn, parkeringssensorar aftan og framman, regnsensor, og eins og Renault Laguna hevur hesin smart card og startar uttan lykil.
Koleos er rúmligur, væl útgjørdur og innrættingin er sera liðilig. Baklúkan er tvídeild, og baksetrini er løtt at leggja niður og við baksetrini eru flúgvaraborð.
Renault Koleos kann síggjast og roynast hjá VR Bilum við Hoyvíksvegin. Prísirnir byrja við 372.000,-.









