Meinhard E. Olsen spældi allan dystin, tá Kolding á heimavølli tók ímóti liðnum hjá Sebastian Pingel, Horsens á heimavølli í dysti í ovara endaspælinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.
Kolding vann dystin 2-0, og tað kom væl við aftaná tap í tveimum teimum undanfarnu dystunum.
Sami Jalal Karchoud legði Kolding á odda í 20. minutti, og stutt undan dystarloki økti Abdoulie Njai til 2-0.
Kolding er nummar fimm í deildini við 40 stigum. Teir hava 10 stig upp til Fredericia á næstfremsta plássinum, so uppflytingarmøguleikarnir hjá Kolding eru ikki til at fáa eyga á.
Fríggjakvøldið klokkan 18 tekur Horsens móti Kolding á heimavølli.