Kolandi stormur: Ring koyrilíkindi um alt landið

Tað er ikki koyrandi á eitt nú Oyndarfjarðarvegurin og Fámjinsvegnum

Tað er sum øllum kunnugt illveður um alt landið í kvøld, og summastaðni er talan um kolandi storm. Tí ræður um at vera sera ansin, um mann fer við bili í kvøld.

Landsverk sigur soleiðis um koyrilíkindini:

  • Syðradalur - kl. 19:25 Stívt andøvsgul, í hvirlunum upp til 33 m/s
  • Gjáarskarð - kl. 19:13 Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 43 m/s
  • Kambsdalur - kl. 19:25 Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 42 m/s
  • Gøtueiði - kl. 19:25 Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 31 m/s
  • Heltnin, Oyndarfjarðarvegurin - kl. 19:20 Kolandi stormur, í hvirlunum upp til 61 m/s
  • Norðskálatunnilin, Eystanfyri - kl. 19:25 Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 36 m/s
  • Streymnes - kl. 19:25 Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 28 m/s
  • Høgareyn - kl. 19:25 Hvassur stormur, í hvirlunum upp til 41 m/s
  • Á Sandavágshálsi - kl. 19:25 Skrið, í hvirlunum upp til 39 m/s
  • Oyggjarvegur við Norðadalsskarð - kl. 19:25 Kolandi stormur, í hvirlunum upp til 50 m/s
  • við Velbastaðháls - kl. 19:23 Stormur, í hvirlunum upp til 32 m/s
  • Hvalba - kl. 19:25 Stormur, í hvirlunum upp til 42 m/s
  • Ørðaskarð, Fámjinsvegurin - kl. 19:29 Kolandi stormur, í hvirlunum upp til 39 m/s
  • Porkerishálsur - kl. 19:25 Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 29 m/s