Løgreglan heitir á fólk um at taka neyðug fyrivarni, nú stormur er á veg. Eftir øllum at døma er talan um somu løgnu umstøður sum herfyri, tá fleiri lágtrýst komu saman. Vakthavandi á politistøðini sigur, at orkanin helst brestir á um midnáttarleitið.
- Serliga heita vit á fólk um at surra alt leyst fast. Og so annars at nýta vit og skil, sigur vakthavandi á politistøðini, sum roknar við at harðast fer at leika á um midnáttartíð. Vindmegin verður um 30 ? 33 m/s, við hørðum hvirlum og regni. Vónandi fer orkanin nakað norðurum Føroyar. Vakthavandi roknar við, at búsetingar vestanfyri verða harðast raktar.