Seint mikukvøldið fer eitt lágtrýst fram við beint eystan fyri Føroyar og gevur eitt bil nógvan vind upp í storm. Hósdagin verður kaldari veður við ælaveðri, sum fríggjadagin og um vikuskiftið verður vetrarkent.
Mikudagin verður andøvsgul upp í ein strúk av suðri og landsynningi, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað og ælaveður av og á, seinni regn av suðri. Hitin verður millum 5 og 9 stig. Um kvøldið øtlar hann vindin nógv av útsynningi og landsynningi, upp í storm í støðum, meðan syðru oyggjarnar eitt bil fáa kolandi storm við enn harðari hvirlum. Sum náttin líður makar hann vindin niður í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri og útsynningi, 10 til 15 m/s. Sum frá líður klárar í, tó við ælaveðri, partvís heglingi ella vátaslettingi og hitin millum 3 og 6 stig.
Hósdagin makar hann vindin niður í andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi og vestri, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassa vind, 15 m/s. Ælaveður, partvís við heglingi ella vátaslettingi, men eisini onkrir sólglottar. Hitin millum 2 og 5 stig. Um náttina makar hann vindin niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Samdrigið og ælaveður, partvís vátaslettingur og kavi. Hitin millum frostmarkið og trý hitastig, í støðum frost.
Fríggjadagin verður gul til stívt andøvsgul av norði og útnyrðingi, 5 til 10 m/s, við strondina upp í strúk í vindi, um 13 m/s. Samdrigið og onkur vátaslettings- ella kavaæl. Hitin um dagin millum 2 og 5 stig, um náttina millum 2 kuldastig og trý hitastig.
Leygardagin makar hann vindin niður í lot til andøvsgul av útnyrðingi, 2 til 7 m/s. Yvirhøvur turt og sólglottar og hitin millum frostmarkið og fimm hitastig. Um kvøldið og náttina verður sum frá líður gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s. Sum frá líður meiri skýggjað, men turt og hitin millum tvey kuldastig og trý hitastig, í støðum enn kaldari.
Sunnudagin øtlar hann vindin upp í andøvsgul upp í ein strúk av suðri og landsynningi, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað við regni og vátaslettingi. Hitin millum 2 og 5 stig. Um kvøldið og náttina øtlar hann vindin upp í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s. Skýggjað og regn av suðri, partvís vátaslettingur og hitin millum 4 og 8 stig.
Mánadagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri og útsynningi, 10 til 15 m/s, sum makar niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s, og snarar í ein norðan. Fyrst regn, seinni klárar í í ein útnyrðingi, tó okkurt æli. Hitin millumm 5 og 8 stig. Um kvøldið og náttina gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, 5 til 10 m/s. Okkurt ælið, partvís vátaslettingur og heglingur og hitin millum 1 og 5 stig.