Kolandi stormur

Landsverk sigur frá hvirlum heilt upp í 44.8 metrar um sekundi.

Danska veðurstovan, DMI, boðar frá skrið og upp í storm, ella millum 17 og 24 metrar um sekund av suðri, við hvøssum hvirlum, og tað verður eisini samdrigið og regn fyri tað mesta.

 

Í kvøld væntast vindurin at minka nakað og hann skiftir ætt til útsynning, og hitalagið kemur at liggja millum seks og níggju stig.

 

Landsverk sigur frá hvirlum heilt upp í 44.8 metrum um sekundi á Porkerishálsi, og kring alt landið eru hvirlurnar annars úr 25.8 metrum um sekundi og upp í hesar 44.8 metrarnar um sekundi. 

 

Fyrbils hava almennu samferðslutænasturnar ikki gjørt broytingar í ferðaætlanunum, men við nógva vindunum verður rátt til at vera varin í ferðsluni.