Kolabjarnir svølta

Vandi er fyri, at fleiri túsund kolabjarnir á avstralsku oynni Kangaroo Island kunnu doyggja í hungri. Orsøkin er, at bjarnirnar eru vorðnar ov nógvar í tali, og tí hava myndugleikarnir gjørt av at gelda nógvar teirra.

Í 1996 vísti ein kanning, at tá vóru 5.000 kolabjarnir á Kangaroo Island, men hildið verður, at í dag er talið umleið 27.000. Nú er so ætlanin at gelda umleið 8.000. Mike Rann, ráðharri, sigur við Reuters, at sum er verður stovnaður tvífaldaður á hvørjum ári, og tí hevur tað skund at avmarka vøksturin, sigur hann. Summir serfrøðingar halda, at tað munar ov lítið at gelda tær 8.000 bjarnirnar, og teir hava skotið upp at skjóta umleið 20.000.

Ofta eru tað rovdjór, sum avmarka aðrar djórastovnar, men soleiðis er ikki við kolabjørnini, tí hon er ikki føði hjá nøkrum rovdjóri.