Magnus Gunnarsson
Lættliga gerast
um til ein Pick-up
At síggja til líkist Koléos mest einum kombicoupé. Bilurin er 4,5 m langur og 1,90 m breiður og hevur 21" hjól. Bakrúturin kann fellast niður í bakhurðina, meðan takið yvir viðførisrúminum kann skjótast inn undir takpanelið. Soleiðis verður Koléos lættliga gjørdur um til ein pick-up.
Innan er gott pláss, og bilurin hevur fýra setur, ið eru klødd við handseymaðum leðri. Setrini hava eina hydrauliska fjaðraskipan, ið tilpassar seg kropsvektina.
Teir góðu eginleikarnir at koyra uttan fyri vanligan koyriveg koma eisini av tí, at hann hevur broytiliga fríhædd við luft og hydrauliskari fjaðraskipan, sum kann lyfta ella lækka bilin upp til 10 cm upp á fá sekund.
Skiftið frá fýrahjólsdrift til vanliga persónbilakoyring hendir heilt automatiskt og stillast eftir ferðini á bilinum og undirlendinum.
Tveir motorar
Koléos hevur nógva nýggja tøkni, eitt nú ein skerm, sum verður ávirkaður av røddini og stýrir týðandi funktiónum, sum radio og klimaanlegginum. Onnur alternativ eru eisini á eini menu á skerminum, har førarin kann velja við at nema skermin við fingrunum.
Koléos hevur trekk á øllum hjólunum og tveir motorar, ið skulu samstarva. Tann fremri motorurin, sum dregur forhjólini, er ein 2.0 litur, 4 syl. bensinmotorur við lágtrýst turbo og 170 hk.
Hin motorurin er ein el-motorur við 41 hk, ið dregur bakhjólini. Til býkoyring er Koléos ein umhvørvisvinarligur el-drivin bilur við bakhjólstrekki. Á landavegnum tekur bensinmotorurin yvir, og tá tørvur er á meira kraft gevur el-motorurin tað, sum restar í. Ætlanin er, at bilurin kemur á marknaðin í 2003.
Keldur: Volvo Personvogne Danmark A/S og Bilen Motor & Sportes Eidesgaard:
»Tað er ein skaðiligur dámur komin yvir samráðingarnar ? hetta, at mann bara krevur og krevur«
»Vit kunnu ikki satsa so nógv uppá tað politiska frælsið, at tað
persónliga frælsið fer fyri bakka«
»Ríkisfelagsskapurin er nakað, sum allir føroyingar hava eitt forhold til. Uppá gott og ilt«
»Trupulleikin hjá Høgna Hoydal er ikki so nógv, at Javnaðarflokkurin ikki er við honum, men at hann ikki hevur fólkið aftanfyri seg«
»Munurin millum uppskotið hjá samgonguni og uppskotið hjá
Javnaðarflokkinum er, at vit siga: Sjálvsstýrið er ein prosess ? ikki ein
samtykt«
ENDURGEVINGAR:
Høgni Hoydal:
»Ein orsøk til at danska stjórnin fer fram, sum hon ger í løtuni, er, at hon veit, at ósemja er í Føroyum«
»Føroyingar eru ikki biddarar og nassarar. Danir hava fingið minst líka nógv burturúr sambandinum, tá ið alt verður talt við«
»Andstøðan brendi av 2 milliardir uppá 20 minuttir undir
fíggjarlógarviðgerðini seinast«
»Flokkarnir, sum fara at hava tað truplast í framtíðini, eru teir, sum hava livað av at býta út danskar pengar í Føroyum«
»Tað er eingin ivi um, at bæði eg og meginparturin av Tjóðveldisflokkinum høvdu tikið undir við tí (at halda fólkaatkvøðu beinanvegin, bl.m.)«
»Vit kunnu ikki fara og bakka bara tí at tað kemur eitt lot av
Christiansborg«