Kol gjørdist gull

Kolanámið Svea á Svalbard er vorðið ein so góð inntøkukelda hjá norska ríkiskassanum, at nú hevur stjórnin slept einari gamlari ætlan um at selja privatum ein part av náminum.

Tað er heldur ikki so løgið. Fyri bara tveimum árum síðani mátti ríkiskassin lata náminum stóran stuðul fyri at halda lív í vinnuni, men í dag er myndin broytt, og nú verður roknað við, at Svea fer at hava einar 200 milliónir krónur í avlopi í ár. Tað kemst serliga av, at framleiðslan er vaksin nógv tey seinastu árini.

Heimsins størsta námsfelag BHP-Bilton lá annars framvið at keypa Svea, men tað verður nú av ongum. Leiðslan í Svea er eisini sannførd um, at stjórnin hevur tikið ta røttu avgerðina.