Í kvøld hevur Koks fingið fína heiðurin sum Ársins fiska- og skejladjórauppliving. Viðurkenda matblaðið, White Guide Danmark, metir Koks vera best í danska kongaríkinum í hesari kategori.
Grundgevingin hjá White Guide um heiðurin til Koks er soljóðandi:
- Við unga Poul Andrias Ziska á odda hevur Koks tey seinastu árini gjørt allan heimin uppmerksaman uppá ikki bara dygdagóðskuna hjá Koks, men eisini rávøruskattakamarið í Føroyum, har serliga tey maritimu elementini eru úr framúrskarandi dygd. Í Føroyum kann mann av álvara tosa um “merroir”, og nettupp fiskur, tari og skeljadjór hava eitt serligt pláss í matskránni hjá Ziska. Ikki undarligt, tí hansara sansur fyri at skapa vælsmakkandi mat við lokalu skattunum er heilt einfalt framúr góður.
Tvær aðrar matstovur vóru tilnevndar og høvdu møguleika at vinna sama heiður sum Koks – hesar vóru Noma og Rudolf Mathis.
Ársins matstova gjørdist Noma, og hevur matstovan við hesum heiðrinum endurvunnið heitið, hon fekk frá White Guide í 2016. Koks bleiv nummar tvey, og tað var sum skilst tøtt kapping, so tað var um reppið, at Koks eisini gjørdist Ársins matstova.
White Guide Danmark blaðið er komið út í kvøld, og í hesum sambandi er skipað fyri forkunnugum tiltaki í Kjøtbýnum í Keypmannahavn, har White Guide hevur lyft slørið fyri, hvørjar tær 153 bestu matstovurnar í ríkinum eru. Føroysku matstovurnar á hesum listanum eru Barbara, Fútastova, Koks, Ræst, Áarstova og Frumbiti.