Koks varðveitti báðar Michelinstjørnurnar

Í dag hittust fremstu matstovur í Norðurlondum í Turku í Finnlandi, har Michelinstjørnur vórðu handaðar.

 

Og tað eydnaðist hjá føroysku matstovuni Koks í Grønlandi at varðveita báðar Michelinstjørnurnar, sum matstovan hevur havt stíðani 2019.

Koks fekk ta fyrstu Michelinstjørnuna í 2017. Í 2018 varðveitti hon stjørnuna.

 

Men í 2019 fekk Koks eina stjørnu afturat – og í 2020, 2021, 2022 og nú í 2023 hevur hon varðveitt tvær Michelinstjørnur.

Hetta er soleiðis sjeynda árið á rað, at Koks fær heiðurin frá Michelin, og fimtu ferð, at hon fær tvær stjørnur.

 

##med2##

 

##med3##

 

Umframt Koks, so fingu 31 aðrar matstovur í kongaríkinum 43 stjørnur, sum vórðu býttar soleiðis:

 

* Tríggjar stjørnur:

 

  1. Geranium, København.
  2. Noma, København.

 

* Tvær stjørnur:

 

  1. AOC, København.
  2. Alchemist, København.
  3. Frederikshøj, Aarhus.
  4. Henne Kirkeby Kro, Henne.
  5. Jordnær, Gentofte.
  6. Kadeau, København.
  7. Koan, København. (fra ingen til to).
  8. Kong Hans Kælder, København.
  9. Koks, Grønland (midlertidigt).

 

* Eina stjørnu:

 

  1. ARO, Odense. (fra ingen til én).
  2. Alouette, København.
  3. Domestic, Aarhus.
  4. Domæne, Herning. (fra ingen til én).
  5. Dragsholm Slot Gourmet, Hørve.
  6. Formel B, København.
  7. Frederiksminde, Præstø.
  8. Gastromé, Aarhus.
  9. Grand Royal, Vejle. (fra ingen til én).
  10. Jatak, København.
  11. Kadeau Bornholm, Bornholm.
  12. Lyst, Vejle.
  13. Marchal, København.
  14. Mota, Nykøbing Sjælland.
  15. The Samuel, Hellerup.
  16. Tri, Agger. (fra ingen til én).
  17. Substans, Aarhus.
  18. Syttende, Sønderborg.
  19. Søllerød Kro, Holte.
  20. Ti Trin ned, Fredericia.
  21. Villa Vest, Lønstrup. (fra ingen til én).

 

Kelda: Michelinguiden.

/ritzau/