Líkt er til, at KOKS fer at sleppa at byggja nýggja matstovu við Fossdalsgjógv á Velbastað.
Málið kemur fyri á býráðsfundi kl. 18 í kvøld, og alt bendir á, at býráðið fer at samtykkja serstøku byggisamtyktina, ið skal loyva KOKS at byggja nýggja matstovu við Fossdalsgjógv.
Umframt umsóknina hjá Koks, hevur kommunan eisini ligið inni við einari umsókn frá festaranum um at byggja ein køst á økinum.
Búnaðarstovan, sum upprunaliga mælti frá at samtykkja serstøku byggisamtyktina, er vend í holuni og er sinnað at avhenda økið, um "byggi- og planmyndugleikin" broytir byggisamtyktina fyri økið.
Umsitingin hjá Tórshavnar kommunu - í hesum førinum tekniski stjórin og býararkitekturin - mæla til, at serstaka byggisamtyktin, sum er neyðug, verður samtykt, og byggi- og býarskipanarnevndin tekur undir við hesum tilmælinum.
Her síggjast ætlanirnar hjá Koks, ið vóru at síggja í Sosialinum í februar í ár.