Koks nr 17 á lista yvir bestu matstovur í Norðanlondum

Nýggja ‘White Guide Nordic 2017’ varð almannakunngjørd í gjár. Koks varðveitur plássið sum nummar 17 á listanum. Koks er á listanum fremsta matstovan í vestnorðuri, og er eisini framanfyri allar matstovur í Norra og Finnlandi.

- Vit eru fantastiska glað fyri at varveita plássið á listanum. Tað koma fleiri og fleiri matstovur, og 8 matstovur eru dottnar av top 30 hesaferð. Vit hava 37 stig av 40 stigum fyri matin. Flestu av hinum matstovunum við sama stigatali hava Michelin-stjørnur. Møguliga eru vit einasta matstovan á listanum uttan stjørnu. So vit liggja í White Guide Nordic á støði við tær allar bestu matstovurnar, sigur Johannes Jensen stjóri á Gist&Vist.

Í alt eru 325 norðurlendskar matstovur í White Guide Nordic 2017. Matstovurnar verða mettar á einum skala við 100 stigum. Metingin er í fýra pørtum: matur (40 stig), tænasta (20 stig), drykkur (20 stig) og umhvørvið/huglag (20 stig).

White Guide Nordic vísir bæði stigatalið fyri matin og samlaða stigartalið. Koks fekk í fjørð stigini 37/84 og fær í ár stigini 37/87 - fyri matin fáa tey sostatt tað sama og liggja á støði við donsku matstovunar ‘Mielke & Hurtigkarl’ og ‘Kong Hans Kælder’. Samlaða stigartalið fer upp við 3 stigum. Koks er flutt úr Hotel Føroyum til Kirkjubøar, og hetta kann vera ein av orsøkunum til at samlaða stigartalið er farið upp.

 

White Guide Nordic 2017 setur hesar fimm sum tær fremstu matstovurnar í Norðanlondum:

1. Esperanto í Svøríki við 40/94 stigum

2. Fäviken í Svøríki við 39/96 stigum

3. Maaemo í Norra við 39/94 stigum

4. og 5. Geranium og Kadeau í Danmark eila fjórða og fimta pláss við avikavist 38/95 og 38/95 stigum

 

 

White Guide Nordic 2017 sæst online her.

 

Mong undrast á hví danska Noma ikki er á listanum (Noma var nummar 1 á listanum í fjørð). Noma er ikki tikið við í White Guide Nordic 2017, tí at matstovan stongir nú árið kemur at enda. Noma letur tó upp aftur seinni í 2017 í nýggjum hami.