Matstovan á Hotel Føroyum er í nýggjari bók á listanum yvir 66 tær bestu matstovurnar í Norðurlondum. Tað er kendi danin, Bent Christensen, ið hevur útgivið bók við heitinum ?66 Best Restaurants ? Nordic Countries?. Á listanum yvir tær 66 matstovurnar er KOKS, sum liggur á einum 56. Plássi. Hugskoti aftanfyri bókina er sera einfalt sambært Bent Christensen. Hann sigur við Politiken, at tað manglar stutt og greitt ein listi yvir hvørjar matstovur eru verdar at vitja kring Norðurlondini.
- Tað er ótrúligt at vit skulu nýta Restaurant Magazine listar fyri finna út av hvørjar tær bestu matstovurnar eru í norðurlondum, sigur Bent Christensen við Politiken.
Tað verða í alt 100 matstovur nevndar í bókini og har ímillum verða eisini Áarstova og Hotel Hafni nevndar.










