Koks letur upp í Tivoli í summar

Føroyska Michelin-mastovan Koks skal lyfta støðið hjá Tivoli í Keypmannahavn í summar upp á hægsta gastronomiska støði og fáa gongd á upplivingarbúskapin aftur.

Tvær Michelin-matstovur lata upp í Tivoli í danska høvuðsstaðnum í summar, tær eru føroyska Koks og danska AOC, sum lata upp hvør sína pop up-matstovu í Tivoli.

Tað verður gjørt í sambandi við, at Tivoli uppgraderar gastronomiina í eini tíð, tá matstovuvinnan og upplivingvarbúskapurin hava verið illa sperd.

Matstovurnar vera í japanska Torninum í Tivoli sum ein liður í at menna gastronomiina, skrivar Berlingske.

Matstovan AOC hevur annars til húsa í kjallaranum undir Moltkes Palæ í Dronningens Tværgade í Keypmannahavn - og matstovan Koks heldur til frammi við Gjónna við Leynavatn.

– Vit hava eina strategi, sum gongur út upp á lyfta gastronomiska støðið, og tí er tað sera gott at fáa tveir so áhugaverdar partar at seta málið hjá okkum so høgt. Koks er eitt lítið undur, sum hevur fingið tvær Michelin-stjørnur í Føroyum, og sum er eins kent í New York sum í Keypmannahavn, meðan AOC er kent fyri norðurlendska køkin við góðum lokalum rávørum, sigur Mikkel Ustrup, stjóri í Nimb í Tivoli, sum ikki dylur fyri, at seinasta árið hevur verið ein marra.

##med2##

– Tað er eingin loyna, at 2020 hevur verið trupult fyri upplivingarbúskapain og serliga fyri gastronomiina. Við hesum nýggja samstarvinum eru vit endiliga aftur á gastronomiska pallinum við nøkurm av tí besta á altjóða støði, sigur hann við Berlingske.