Føroyska michelinmatstovan KOKS fer nú at lata tvær matstovur upp í Havn. Talan er um matstovurnar Ræst og Roks. Matstovurnar verða báðar tvær í Gongini mitt í Havn, í hølunum har Ræst heldur til í dag, og har sum Fútastova hevur verið seinastu árini.
Ræst verður sostatt yvirtikið av KOKS frá Heima í Havn, meðan Fútastova fer í søguna. Karin Visth, sommelier og Poul Andrias Ziska, høvuðskokkur, koma at standa fyri hesum.
– Ræst verður enn tað sama, men har verður ein eitt sindur størri matskrá við nøkrum nýggjum røstum úrvali. Tað verður tað siðbundna føroyska, men eisini við eitt sindur av altjóða dámi, sigur Karin Visth og vísir á, at tey ætla eisini at leggja seg eftir spennandi vín-úrvali.
Ræst letur longu upp 10. mars.
– Kanska tað verður nýggja gourmet-staðið í Føroyum, sigur Karin Visth, víntænari.
Roks er kent frá 2020, tá korona byrjaði, og hetta verður nú tikið upp aftur.
– Tá máttu vit finna eina nýggja fyribils loysn, men hetta verður nú ein permanent matstova. Her verður fiskur og skejladjór, alt frá havinum. Og so eru vit í ferð við at innrætta ein vínkjallara, og vit hava stórar ambitiónir hesum viðvíkjandi. Roks er meira casual enn Ræst, sigur Karin Visth.
Roks letur upp 24. mars í gomlu Fútastovu.
KOKS-toymið hevur stórar ambitiónir.
– Vit hava nógvar ætlanir. Men hesar nýggju matstovurnar í Føroyum skulu ikki erstatta KOKS, tað er ikki ætlanin, sigur Karin Visth.
KOKS hevur seinastu árini hildið til Frammi við Gjónna í Leynum, men síðst í fjør boðaðu tey í KOKS frá, at matstovan flytir til Grønlands. Orsøkin er, at tey ikki hava fingið játtandi svar at sleppa at byggja ein matstovubýling í Fossdalsgjógv norðan fyri Velbastað. 12. juni letur matstovan í Grønlandi upp, og sostatt verða tað skjótt tríggjar KOKS-matstovur, tí tá KOKS flytir til Grønlands, er ætlanin, at matstovuvirksemið í Føroyum heldur fram.