Koks-bókin vann á 30.000 øðrum matbókum

– Vit eru sjálvandi fegnir okkara vegna, men eisini Føroya vegna, sum við hesi marknaðarføring fær enn meira altjóða umtalu, sigur Bent Christensen

– Vit eru sjálvandi fegnir okkara vegna, men eisini Føroya vegna, sum við hesi marknaðarføring fær enn meira altjóða umtalu, sigur Bent Christensen

 

Í dag vann bókin um matstovuna Koks á Hotel Føroyum heiðurin sum »World's best Scandinavian Cusine Book« á »World Cookbook Awards«, sum var í Beijing, har redaktørurin á bókini, danin Bent Christensen og myndamaðurin Claes Bech-Poulsen eru hjástaddir.

 

Heiðurin er ein »Gourmand«, sum í matstovuvinnuni verður samanborin við ein Oscar undir »World Cookbook Awards«, sum er árligt afturvendandi tiltak, har ársins bestu gourmetbøkur í øllum heiminum verða heiðraðar. Heiðurin hesaferð til menninar handan bókina um Koks var latin fyri »Best Scandinavian Cuisine Book«.

 

Tað vóru 30.000 bøkur úr 147 londum, sum kappaðust um heiðurin, sum bókin um Koks fekk – og sum nú kann kallast »Best in the World« í greinini, sum snýr seg um serliga norðurlendska køkin, sum verður alsamt meira kendur úti í heimi. Í hesi grein kappaðist Koks-bókin eitt nú við bókaverkini hjá heimskenda Noma-kokkinum René Retzepi – og vann.

 

Bent Christensen hevur skrivað bókina, meðan Claes Bech-Poulsen hevur tikið vøkru myndirnar av føroysku náttúruni, rávørunum og Koksserveringunum frá høvuðskokkinum, Leif Sørensen, sum veruliga hava vakt ans.

 

– Vit eru sjálvandi glaðir okkara vegna, men minst líka so fegnir Føroya vegna, sum við hesi marknaðarføring enn einaferð fáa altjóða umtalu, sum oyggjarnar og matstovan Koks og fólkini aftanfyri hava uppiborið, sigur Bent Christensen.

 

Bent Christensen er maðurin aftan fyri Den Danske Spiseguide – og hóast hann er 72 ára gamal, so hevur hann úr at gera. Um fáar dagar kemur út coffeetable-bókin »The Sublime« á donskum og enskum – um vitjanir á 25 av heimsins bestu matstovum sambært júst almannakunngjørda »Worlds 50 Best-liste 2014«, sum hevur kosið Noma í Keypmannahavn sum nummar eitt.

 

Roknað verður við, at hendan bókin, eins og bókin um Koks, fer at vekja ans kring allan heimin. Saman við sær í toyminum, sum skrivað hevur bókina, hevur Bent Christensen eitt høvundatoymið við seks væl skikkaðum dønum, teirra millum onkrir kendir gourmetkokkar.

 

Í fjør vann bókin um Koks annars heiðurin sum »Årets Bedste Bogværk« í Danmark. Í Danmark verður Koks-bókin mett sum ein listbók, og hjá nógvum bókahandlarum verður hon sýnd fram millum listbøkur heldur enn matbøkur.

 

TRÝST HER fyri at síggja listan við innstillaðu bókunum.

 

TRÝST HER fyri at lesa grein úr Sosialinum 22. januar í ár um kokkarnar á Koks