Bókin um matstovuna Koks og kokkin Leif Sørensen, sum kom út fyri einum ári síðani, er nú við í finaluni til Gourmand Cookbook Awards 2014.
Hesin heiður, Gourmand Cookbook Awards, verður mettur sum Oskar-heiðursløn innan kókibøkur. Bókin um Koks verður í finaluni saman við vinnarum í somu grein í øðrum londum um at verða besta bókin í heiminum.
Bókin um Koks er tilnevnd til:
– Heimins besta kókibók, myndir
– Heimins besta professionella kókibók
– Heimins besta kokkabók
– Heimins besta skandinaviska bók um matgerðarlist
Tað verður mett sum eitt bragd av Koks at verða komin so langt í kapping við 283 kappingarneytar. Vinnarar í 56 greinum verða kunngjørdir 19. til 21. mai 2014 í Beijing í Kina, og tá fæst at vita, um Koks fær heiðurin sum heimsmeistari.
Á leinkjunum niðanfyri ber til at lesa greinar úr Sosialinum um Koks.









