KOKS-bók er ársins bókaverk

Kókibókin um matstovuna KOKS, sum kom út í desember í fjør, er kosin at vera Ársins Besta Bókaverk 2012 í Danmark.

 

Tað er danski matjournalisturin Bent Christensen frá Den Danska Spiseguide, sum hevur skrivað bókina um kokkin á Koks, Leif Sørensen, og hansara føroysku matlist.

 


Síðani juni mánað hevur bókin verið at sæð á Kongaliga Bókasavninum, har framsýningin Årets Bedste Bogværk hevur verið.

 


Í donsku sjónvarpssendingini Aftenshowet á DR1 í gjárkvøldið tosaði stjórin á Kongaliga Bókasavninum millum annað um bókina um KOKS.

 

 

- Umframt at vera ein kókibók er hetta eisini ein listabók við teimum mongu vøkru myndunum, segði Erland Kolding Nielsen, stjóri á Kongaliga Bókasavninum.

 

 

Eisini rósti hann permuni á bókini.

 

 

- Innbindingin er so mikið vøkur, at hetta eisini er ein coffee-table-book; ein bók sum tú kant hava liggjandi á borðinum sum prýði, segði Erland Kolding Nielsen.

 

 

Til ber at síggja innslagið, har KOKS-bókin verður umrødd, her. Innslagið byrjar hálvan tíma inni í sendingini.