Koks – besta matbók í Norðurlondum

Í dag vann bókin um Koks heiðurin sum »Worlds best Scandinavian Cusine Book« á samkomu í Beijing, har redaktørurin á bókini, danin Bent Christensen og myndamaðurin Claes Bech-Poulsen eru hjástaddir.

Í dag vann bókin um Koks heiðurin sum »Worlds best Scandinavian Cusine Book« á samkomu í Beijing, har redaktørurin á bókini, danin Bent Christensen og myndamaðurin Claes Bech-Poulsen eru hjástaddir.
 

Í fjør vann bókin heiðurin sum »Årets Bedste Bogværk« í Danmark. Tá kappaðist bókin eitt nú við bókaverkini hjá Noma-kokkinum René Retzepi – og vann fyrsta plássið.
 

Í Danmark verður bókin mett sum ein listbók, og hjá nógvum bókahandlarum verður hon sýnd fram millum listbøkur.