Tað metir Bent Christensen frá Den Danske Spiseguide, sum áður hevur verið ein av dómarunum. Talan er um heiðurslønirnar hjá Wold's 50 Best Restaurants, sum í dag verða lætnar í Antwerpen í Belgia.
Bent Christensen sigur við tíðindastovuna Ritzau, at í ár er truplari at meta um, hvørjar matstovur koma á listan, tí koronastongsulin hevur órógvað, so dómarar ikki hava kunnað ferðast til allar matstovur.
Men tað kann vísa seg at vera ein fyrimunur fyri Noma og aðrar danskar matstovur, eins og føroysku Koks, heldur Bent Christensen.
– Danmark hevur havt tann fyrimun, at dómarar næstan alla tíðina hava kunnað vitjað matstovur, sigur Bent Christensen.
Avmarkaðu ferðamøguleikarnir kunnu eisini vera ein fyrimunur fyri Koks í Føroyum, sum at kalla er sloppin undan avmarkingum, skrivar Ritzau.
– Eg vænti, at Koks verður í ovara endanum av teimum 50 bestu matstovunum, metir Bent Christensen.
Størsti spenningur verður um, hvør fer at liggja ovast, og har er tað serliga um Noma við René Redzepi á odda kann endurvinna fyrsta plássið, sum tey hava vunnið fýra ferðir áður, seinastu ferð í 2014.
Á seinasta virðislønarhandan í 2019 gjørdist Noma nummar 2.
Bent Christensen væntar eisini, at matstovan Geranium, sum eins og Noma er einasta matstovu í kongaríkinum við trimum Michelin-stjørnum, verður dømd til eitt av ovastu plássunum. Í 2019 gjørdist tað til eitt fimtapláss.
– Eg haldi í øllum førum, at tey vera millum tey fyrstu sjey-átta.
Alchemist, ein triðja matstova í Keypmannahavn, er eitt annað boð upp á eitt pláss ovarliga á listanum, heldur Bent Christensen, sum eisini væntar, at Gentofte-matstovan Jordnær verður útnevnd til ein av heimsns 50 bestu matstovum.
Koks hevur tvær Michelin-stjørnur.











