Fyrsta veruliga bowling-kappingin í Føroyum varð hildin hetta vikuskiftið, tá 19 av ídnastu bowlarunum høvdu sett hvørjum øðrum stevnu í bowling-høllini í Havn.
Kappast varð soleiðis, at allir luttakarnir fyrst spældu 12 seriur, og teir átta bestu í hesum fóru so undir eina knock-out kapping, við fjórðings- og hálvfinalum, áðrenn sjálv finalan stóð á skránni.
Í hesari eydnaðist tað Guðmund Guðmundsson at vinna fyrstu føroysku bowling-kappingina, og hevur hann soleiðis lagt seg á odda í samlaðu FM-kappingini, sum fevnir um tríggjar kappingar, sum skulu haldast í vár.
Fólk flest munnu annars kenna Guðmund best frá yrkinum sum kokkur, har hann í fleiri vetrar var »okkara kokkur« í sjónvapinum. Men tað er tó ikki bara mat og matgerð, sum Guðmundur hevur tikist við øll árini.
Innan ítróttin hevur hann so sanniliga eisini gjørt vart við seg. Eitt nú hevur hann vart málið á íslendska dreingjalandsliðnum í fótbólti, og innan bowlingina hevur hann enntá verið íslendskur meistari. Tað gav honum í síni tíð eisini rætt til luttøku í HM-kappingini, har hann saman við íslendska landsliðnum var partur av teirra fyrstu luttøku, tá HM-varð hildið í Barcelona, eins og hann var partur av liðnum, sum eitt ár seinni kappaðist um EM-heitið.
Í dag er hann skipskokkur, og tí er venjingarstøðan ikki eins góð, sum hon onkra tíð hevur verið, men hetta helt tó ikki kokkinum aftur í at taka øll steypini, sum vórðu latin hendan fyrsta kappingardagin.
Fyri sigurin í finaluni vann hann jálvandi vinnarasteypið. Hartil hevði hann eisini bestu miðalskoruna í kappingini. Og tá hann í seinastu seriuni í finaluni kom upp á 243 stig, gjørdist Guðmundur eisini maðurin, sum hevði bestu einstøku seriuna.









