Kokkurin á “Teistanum “ í land

Gerhard Lognberg, løgtingsmaður

 

Eg havi hoyrt í krókunum, at planurin er hjá Strandferðsluni at siga kokkin á “Teistanum” upp, sum ein lið í sparing.

Nú er tað so, at ikki alt er rætt, sum man hoyrir.

Helst var rættari av mær at tosa við stjóran Regin Vágadal, sum er sakligur maður at tosa við, havi av royndum ofta fingið semjur við leiðsluna á Strandferðsluni.

Men um hetta so skuldi verið, at kokkarnir vórðu uppsagdir, so fóru vit nógv ár aftur í tíðina. At kunna fara og keypa umborð ger, at fólk kenna seg væl og er tað heilt natúrligt á eini so stórari ferju sum “Teistanum”.

Sum støðan er í dag hava Sandoy og Skúvoy Teistan at líta á, so tað má ongantíð henda, at farleið okkara verður skerd, tí tey flestu eru vælsaktans samd við mær í, at ringt er sum er at skula sigla um Skopunarfjørð. So vit sum búgva í økinum fara ongantíð at góðtaka, at eitt so vigtugt starv sum kokkarnir, sum eiga ein stóran part av at trivnaðurin umborð er í hásæti, verður lagt niður. Annars hevur samgongan og landsstýrismaðurin gjørt munandi frambrot við fleiri túrum og seta ferðaseðlaprísin munandi niður.

Hetta er mín fyrsta áheitan til leiðsluna hjá Strandferðsluni. Teistin má sigla sum er, helst fleiri túrar, inntil Sandoyartunnilin er liðugur.

Hetta mál fer at fáa mína størstu uppmerksomheit, Teistin skal hava kokkar umborð og har við halda standardin.

Um hetta ikki er veruleiki so fyrgevið mær hesar linjur.