- Eg ætli mær at koyra teir konkurs, sigur Hans J. Garðalíð.
Nú hevur Múramálið tikið enn eina vend, tá ið kokkurin Hans Jacob M. Garalíð í dag hevur vent sær til ein sakførara við vón um at fáa sín pening afturgoldnan. Hann hevði mat til allar tónleikarar og arbeiðsfólk um hendi, og hevur nýtt yvir 100.000 krónur úr egnum lumma til festivalin við Múrin. Enn hevur hann einki móttikið frá festivalinum við Múrin, og tí hevur hann í dag vent sær til ein sakførarar, ið skal hjálpa honum í málinum.
- Eg fari í dag at ráðføra meg við mín sakførarar, um hvat eg skal gera í málinum, men onkursvegna skal eg so hava mínar pengar, sigur Hans Jacob M. Garðalíð.
Teir offra meg
Hans Jacob M. Garðalíð kennir seg ógvuliga vónbrotnan av málinum og sigur seg ikki hava aðrar møguleikar í løtuni enn at stevna.
- Hasir menninir offra tey fólkini, sum kunnu offrast í múrakonseptinum, meðan tey, ið ikki kunnu offrast burtur, fáa sína løn, sigur hann.
Hans Jacob M. Garðalíð fer í dag at taka støðu til, hvussu hann skal fara víðari í málinum, men hann hevur í øllum førum ætlanir um at fáa sín pening afturgoldnan.
- Teir hava sjarmerað meg til at arbeiða fyri seg, hóast teir eftir øllum at døma aldrin hava havt ætlanir um at rinda mær mína løn. Eg og mín fyritøka yvirliva ikki, um eg ikki fái mínar pengar aftur, sigur hann.
Sostatt er greitt, at tónleikarar og arbeiðsfólk av ymsum slag hava í dag vent sær til sakførarar við vónini um, at fáa tað teimum er lovað.