Kokkurin:CHEF AID bjargaði mær

Nú nakað er liðið, síðani CHEF AID stuðulskonsertin varð hildin, er greitt, at Hans Jacob Garðalíð, við stuðli frá tónleikarunum, kann bjarga sínari fyritøku, hóast útlitini vóru døpur tíðina eftir festivalin. -Øll tann jaliga uppmerksomheitin hevur gjørt, at fólk hava fingið eyguni upp fyri mær, og mítt virksemi er eksplodera síðani tá, sigur Hans Jacob Garðalíð.

 

Eftir festival við Múrin bleiv greitt, at kokkurin, ið borðreiddi fyri tónleikarunum, var komin sera illa fyri. Tá Sp/F

Festivalur fór av knóranum, stóð Hans Jacob Garðalíð við einari skuld áljóðandi 100.000 krónur. Hetta tók hart uppá Hans Jacob Garðalíð og hansara fyritøku, og ivasamt var, um kokkurin fór at koma uppundan hesari skuld.

 

Men við stuðli frá tónleikarunum, sum spældu við Múrin, megnar Hans Jacob Garðalíð nú at sigla millum skerini, og bjarga sínari fyritøku.

 

Stuðulskonsertin CHEF AID megnaði at savna umleið 30.000 krónur til Hans Jacob Garðalíð, men eftirvirkningarnir av konsertini hava gjørt, at tær manglandi 70.000 krónurnar eru innkomnar.

 

-Fólk kring alt landið, sum áður ikki hava kent meg, vilja nú hava meg at gera mat til teirra. Og alt tað, sum er hent eftir CHEF AID, hevur bjargað mær, sigur Hans Jacob Garðalíð.

 

 

Kennir seg priviligeraðan

Hans Jacob Garðalíð varð ikki sørt ovfarin, tá ið tónleikararnir skipaður fyri CHEF AID til heiðurs fyri honum. Og tíðin síðani hevur verið ein tann besta í lívinum hjá Hans Jacob.

 

-Eg kenni meg so hepnan og priviligeraðan. Eg eri so ótrúliga glaður og positivur fyri tíðina, og eg royni nú at spreiða eitt sindur av gleði har sum eg eri, soleiðis at eisini eg kann gleða onkran, sigur Hans Jacob Garðalíð.

 

Hans Jacob Garðalíð er nógv umbiðin hesar dagar, har hann nú eisini skal royna seg til ovurstórar veitslur og líknandi. Men hetta er bert ein jalig avbjóðing hjá kokkinum.

 

-Vit fara at klára okkum. Fyritøkan hjá mær er bara voksin síðan Múrin, og eg haldi nú, at vit eru til reiðar at klatra enn ein Múr, sigur Hans Jacob Garðalíð.