Kokkur vann í agnskering

Í kappingini í agnskering á Føroya Sjómannadegi í dag gjørdist Jógvan Heinesen, vanliga róptur Egga, høvuðskokkur hjá GrillTeam, vinnari.

Hetta gjørdist ein spennandi kapping. Egga hevur staðið seg væl í kappingini í agnskering áður, og hesaferð gjørdist hann fyrst liðugur at skera. Vinningurin var ein iPhone 4s.

Á øðrum plássi í kappingini kom Elmar Simonsen, og triðja plássið fekk Jørmund Lamba.

Tíðirnar hjá Jógvani, Elmari og Jørmundi vóru ávikavist - 1.24.36, 1.29.89 og 1.30.30.69 minuttir.

Tað er Norðlýsið, ið eigur myndina av teimum trimum, sum vit prenta saman við hesum greinastubba.