Kokkavitjan úr Viborg

Í vikuni vitjaðu kokkar og kokkanæmingar frá EUC Tekniska Skúlanum í Viborg á Tekniska Skúla í Havn

Tað var ikki sørt, at næmingarnir, ið húsast á Skúlaheiminum við Marknagilsvegin, gjørdu stór eygu, tá teir mikukvøldið komu til sjálvtøkuborðið.

Mikukvøldið stóðu nevniliga kokkanæmingar úr Viborg fyri matgerðini og tað var einki hissini, ið sett varð á borðið. Nógv var gjørt burtur úr fiski, men eisini fekst lambasteik og hamburgarryggur.


Altjóða skeið

Næmingarnir eru teir fyrstu, ið royna eitt sonevnt altjóða skeið á skúlanum í Viborg. Nógv verður gjørt við at ferðast tær 40 vikurnar, ið skeiðið er. Tey hava verið í Dresden, har tey hava lært um vín og arbeitt á víngarði. Í Prag arbeiddu tey á matstovum og gistingarhúsum. Síðani fóru tey heim at arbeiða við hesum. Eisini hava tey verið í Italiu og Fraklandi til juniorkapping, har tey fingu heiðursmerki. Í junu fara tey til París at læra nakað um frukt og grønt. Frukt og kjøt, ið kemur til Europa, støðgar nevniliga fyrst í París. Tey hava verið í Svøríki og nú í Føroyum.


Glað fyri túrin

Næmingarnir gjalda nakað sjálvi ein part av skeiðnum. Hetta er ískoyti til ferðirnar.

Í Føroyum hava tey vitjað ymsastaðir, t.d. á flakavirkjum og í Kirkjubø. Tey vóru glað fyri túrin, ið tey søgdu vera eitt upplivilsi. Á ferðini royndu tey grindabúff og føroyskan fisk, ið teimum dámdi stak væl.