Kohl hartar Merkel

Í samrøðu við tíðarritið Internationale Politik hartar fyrrverandi týski samveldiskanslarin Helmut Kohl núverandi kanslaran, Angelu Merkel, og politikk hennara.

-Eg spyrji meg sjálvan, hvørja støðu Týskland hevur, og hvørja leið landið fer, sigur tann nú 81 ára gamli Kohl í samrøðuni. Hann nevnir ikki Merkel við navni, men eygleiðarar siga, at tað er eingin ivi um, at tað er hon, sum eigur atfinningarnar frá tí gamla kanslaranum.

Kohl fýlist eisini á, at Týskland hevur ikki so gott samband við lond í Vesturheiminum longur. Sum dømi nevnir hann, at tá Barack Obama, forseti, nýliga var í Evropa, vitjaði hann Frakland og Pólland, men ikki Týskland.

Angela Merkel sigur við blaðið Bild, at Helmut Kohl eigur stóran heiður fyri avrikið at sameina Týskland, men hon leggur afturat, at viðurskifti broytast, og at hon og hennara stjórn stríðast við at loysa tey vandamál, sum leika á nú.