Kohl giftist uppaftur

Fyrrverandi týski kanslarin Helmuth Kohl skal giftast við sambúgva sínum Maike Richter Tann 78 ára gamli Helmuth Kohl og tann 43 ára gamla Maike Richter hava verið sambúgvar síðani 2005, og nú skulu tey giftast.

Helmuth Kohl var týskur kanslari frá 1982 til 1998. Maike Richter er búskaparfrøðingur og arbeiðir í týska fíggjarmálaráðnum.

Hetta er onnur giftan hjá Helmuth Kohl. Fyrra kona hansara, Hannelore, tók lívið av sær í 2001. Hon var 68 ára gomul.