Danski uttanríkisráðharrin, Jeppe Kofod, er opin fyri at geva Føroyum størri rásarúm á altjóða pallinum. Vit hava spurt hann, hvussu vorðið er við sokallaða DFG-leistinum, sum skiftandi landsstýri leingi hava ynskt sær at broyta ella víðka.
DFG-leisturin ger, at Føroyar og Grønland í fleiri førum mugu samráðast í felag, tá talan er um altjóðarættarligar sáttmálar á yvirtiknum málsøkjum, ið viðvíkja bæði Føroyum og Grønlandi. Í hesum sambandi verður orðingin brúkt “Danmarkar kongsríki, Føroyum og Grønlandi viðvíkjandi”.
Hendan skipanin verður serliga sæð sum ein forðing, tá londini ikki hava samsvarandi áhugamál. Hetta vil man hava broytt, so man kann gera millumtjóða avtalur undir egnum navni.
– Embætisfólk hjá okkum arbeiða áhaldandi við at menna møguleikarnar á hesum økinum. Eg og danska stjórnin stuðla øllum teimum føroysku ynskjunum um sjónligheit og størri rásarúm, sum Føroyar og Grønland vilja hava. Tað gera vit alt, vit kunnu, fyri, segði Jeppe Kofod, tá hann í síðstu viku vitjaði í Føroyum í sambandi við stóra fundin í samstarvsráðnum, har 10 ráðharrar úr Føroyum, Grønlandi og Danmark luttóku, .
– Men tað má sjálvandi vera innan fyri karmarnar í grundlógini. Soleiðis er tað jú, leggur hann aftrat.
At tað skal vera innan fyri karmarnar í grundlógini hevur áður nettupp argumentið hjá donsku stjórnini fyri ikki at broyta hesa skipanina. Tí sambært §19 í grundlógini er tað kongurin, ið handlar vegna ríkið, og tí kann man sambært higartil tulkingini ikki lata ein part av ríkinum. Eitt og sama ríkið kann somuleiðis heldur ikki hava dupultan ella trídupultan limaskap í sama altjóða felagsskapi.
Poul Michelsen, fyrrverandi føroyskur uttanríkisráðharri, hevur hinvegin argumenterað fyri, at hetta meira snýr seg um, hvussu man tulkar grundlógina - og at tað tí er ein spurningur um politiskan vilja.
Spurningurin er so, hvat danska stjórnin vil í dag, og um man enn tvíheldur um, at tað ikki ber til at víðka uttanríkispolitisku heimildirnar enn meira. Uttanríkisráðharrin vil ikki svara heilt ítøkiliga uppá hetta, men sigur soleiðis:
– Politiskt vilja vit gjarna stuðla Føroyum í at vera meira sjónligar og agera undir egnum navni eisini, tá man hevur relatiónir við onnur lond. Til dømis tá tað snýr seg um handil, útflutning og íløgur. Tað er heilt avgerandi, sigur Jeppe Kofod.











