Elisabeth bretadrotning hevur tilnevnt fyrrverandi ST-aðalskrivaran Kofi Annan riidara. Tilnevningin merkir, at Annan kann skoyta bókstavirnar GCMG upp í navn sítt, men hann kann ikki kalla seg »Sir«.
GCMG er ein stytting, sum sigur, at viðkomandi hevur fingið St. Michael og
St. George-krossin, sum er latin síðani 1818, og sum verður latin kvinnum og monnum, sum hava avrikað okkurt serstakt fyri heimssamfelagið.
Kofi Annan var aðalskrivari í ST frá 1997 til 2007.