Á hvørjum ári letur Grunnurin til minnis um Olof Palme eina heiðursløn, og í gjár kunngjørdi leiðslan, at heiðurslønin fyri 2006 verður latin fyrrverandi ST-aðalskrivaranum Kofi Annan og mannarættindastríðsmanninum Mossad Mohamed Ali, sum er úr sudanska landspartinum Darfur.
Teir báðir býta ársins heiðursløn sínamillum og fáa tískil 425.000 krónur í part.
Grunnurin til minnis um Olof Palme varð stovnaður í 1986 ella sama ár, sum svenski forsætisráðharrin bleiv myrdur í Stockholm. Tað vóru tey avvarðandi hjá Palme og svenski javnaðarflokkurin, sum stovnaðu grunnin.









