Kofi Annan aftur til Damaskus

Fyrrverandi ST-aðalskrivarin Kofi Annan ætlar sær aftur til Sýrialands at gera enn eina roynd at fáa enda á harðskapinum í landinum. Tað sigur eftirmaður hansara í aðalskrivarastarvinum, Ban Ki-moon.

Kofi Annan var herfyri í Damaskus sum sendimaður hjá ST og Arabisku Samgonguni, og í gjár var hann í trygdarráðnum og greiddi frá tí, sum hann hevur fingið burturúr higartil.

Á fundinum í trygdarráðnum valdu vestanlondini at slaka eitt sindur í orðalagnum til eina felags kunngerð fyri at fáa Russland at taka undir við henni. Russland hevur gjørt greitt, at landið tekur ikki undir við at at seta stýrinum í Damaskus treytaleys krøv.