Norska felagið Løv-Ham gav í síðstu viku spælarunum hjá sær koffeintablettir undan einum steypadysti ímóti Aalesund. Koffein skal virka stimbrandi, og hevur staðið á dopinglistanum í Noregi, men tað ger koffein ikki longur. Leiðslan í Løv-Ham sigur, at tað er ikki vanligt at geva spælarunum koffeintablettir áðrenn ein dyst.
- Vit vita væl, at hetta er á markinum, og vit brúka tað ikki regluliga. Hetta er eitt sindur individuelt, summir trúgva at tað hjálpir, aðrir trúgva tí ikki, sigur læknin Asle Kjellsen við Bergens Tidende. Og so skal tað líka leggjast afturat, at Løv-Ham tapti steypadystin ímóti Aalesund.