Køtlum og Kyed í Lítluvík

- Føroyar og føroyingar hava rakt meg so beint í blóðið, sigur danska listarkvinnan, Berit Kyed.

 

Í tíðarskeiðnum 9.-14. juli sýnir Anita Køtlum Petersen fram málningar saman við donsku listakvinnuni Berit Kyed, sum sigur, at  “Føroyar og føroyingar hava rakt hana so beint í blóðið”.

 

Ágrýtin og litfagur tryggleiki eru orð, sum renna einum í huga, tá tú sær málningarnar hjá A9TA, sum er danska kunstnaranavnið hjá Anitu Køtlum Petersen.

 

Hon hevur tryggan sans fyri uppliving, og djørvu litirnir eru við til at lata eyguni upp fyri nógvum litbrigdum í ullferðini á seyði, eini fjallalíð, einum landslagi - teir lata upp eyguni á teimum, sum hyggja, og vísa fjølbroyttu litirnar, norðari partur av heiminum hevur at bjóða.

 

Hon fagnar við heilt serligari gleði ídnu hondunum á føroyskum kvinnum, sum binda kærleika og ull saman til at verma síni kæru. Litir, ull og kærleiki, breitt út á lørift.

 

Tá tú hyggur at myndunum hjá Berit Kyed, er tað merkisvert, hvussu lítið brúk er fyri orðum. Berit er eldhugaður ekspressionistur, sum hevur nógv upp á hjartað. Her verður talað beint frá hjartanum við breiðum pensli, stórum armrørslum og litum, ið gleða, eggja og royna mørk.

 

Myndevnini, sum hesa ferð partvíst hava fingið íblástur av vitjan í Føroyum, eru vovin yvir temað - eygleiðandi, tigandi menniskja. Allur paletturin er í brúki - gleði, sorg, vónloysi, sinnisrørsla, kærleiki - lívið og deyðin.

 

Fernisering verður 9. juli klokkan 16.30, og síðan er framsýningin opin frá 13 til 18 hvønn seinnapart fram til 14. juli.