Koeman revsar nýmótans hugburðinum

Southampton venjarin fílist á nýggja hugburðin við nógvu sosialu miðlunum

Southampton venjarin, Ronald Koeman, ilskast inná hugburðin hjá fótbóltsspælarum nú á døgum.

 

Á einum tíðindafundi í London, sigur Ronald Koeman.

 

-       Ein av stóru trupulleikunum er, at tað manglar samskifti. Alt snýr seg um sosialar miðlar, har øll seta seg við fartelefonini beinaveg, tá høvið er til tess.

 

Hollendski venjarin heldur at lívsstílurin hjá leikarunum hevur broytt seg. Leikararnir í dag eru so mikið bundnir at sosialu miðlunum, at tað broytir samskifti á vøllinum.

 

-       Tá eg spældi, spældu vit kort og snakkaðu saman í bussinum á veg til og frá dyst. Í dag taka allir oyramikrofonirnar uppá, og rýma inn í teirra egna heim.

 

-       Hjá ungum leikarum snýr tað seg bara um ein sjálvan og ikki um samskifti við hinar leikararnar á liðnum.

 

-       Tað kann vera ein orsøk til at leikarar tosa so nógv minni á vøllinum nú í mun til fyrr. Eg eri sannførdur um at samskifti á vøllinum er ein týðandi partur av fótbóltsspælinum.

 

Til venjing leggur hollendski Ronald Koeman stóran dent á at brúka samskifti sum eitt týðandi amboð, har leikarar og venjarar tosa saman gjøgnum ymisk venjingarøvilsir.

 

Southampton liggur í løtuni á sjeynda plássi í Premier League.