Ronald Koeman hevur fingið nýtt starv. Hann skal venja niðurlendska meistaraliðið AZ Alkmar, sum hevur mist sín venjara til týskan fótbólt. Louis van Gaal leiddi AZ til meistaraheitið, men nú skal hann venja Bayern. Og í gjár boðaði AZ frá, at Ronald Koeman, sum hevur vant eitt nú Ajax, PSV og Valenica, er nýggjur venjari í felagnum.