Meira enn 40 ára gamli køkurin í Røktarheiminum á Sýnini í Miðvági er ikki hóskandi til tørvin í dag. Útluftingin er somikið vánalig, at hon hevur beinleiðis skaðiliga ávirkan.
Tað staðfesta bæði Arbeiðseftirlitið og Byggideildin hjá Landsverki.
Á eftirlitisvitjan í summar staðfesti Arbeiðseftirlitið, at í køkinum eru týðilig spor av soppi. Soppurin stavar frá tí dampi, sum kemur frá uppvaskimaskinuni í køkinum.
Orsøkin er snøgt sagt tann, at luftskiftið, útluftingin, er alt ov vánaligt. Avleiðingin er tann, at dampurin fer beint upp undir loftið og annars út í rúmið.
Arbeiðseftirlitið staðfestir somuleiðis, at vánaliga útluftingin í køkinum eisini ávirkar inniluftina á skrivstovuni, sum er beint omanfyri køkin.
Tí hevur Arbeiðseftirlitið givið boð um, at útluftingin í køkinum skal gerast av nýggjum.
Byggideildin hjá Landsverki er komið til somu niðurstøðu, eftir at tey hava gjørt sínar kanningar. Landsverk metir, at køkurin í Røktarheiminum á Sýnini krevur ábøtur fyri eina millión krónur.
Les eisini:










