Køksgentan í Matador er deyð

Kendi, danski sjónleikarin, Elin Reimer, varð 94 ár

Kendi, danski sjónleikarin, Elin Reimer er nú deyð. Hon varð 94 ár, nú hon sovnaði burtur í heiminum í Virum. Hjá okkum er hon serliga kend um køksgentan, Laura, í sendirøðini Madator, har hon helt hús hjá einum av múgvandi húskjunum í Korsbæk, bankastjóranum, Hans Christian Varnæs og frúuni, Maude.

 

Men hon er eisini kend sum tann snarsinta Frú Olsen í sendirøðini, Krummerne. Harafturat var hon eitt rættiliga kent navn í donskum sjónleikarahúsum, umframt at hon spældi í nógvum filmum.