Køhlert nærkast NSÍ

Báðir partar eru áhugaðir í at skiftið gerst til veruleika.

Í síðstu viku vandi Silkeborg-leikarin, Nikolaj Køhlert, við NSÍ, sum leitar sær eftir einum miðvallara. Hann var eisini við í VFF Cup, men sunnukvøldið fór hann heimaftur til Danmarkar.


- Vit hava sagt, at vit eru áhugaðir í at leiga hann. Vit hava givið okkara útspæl til Nikolaj og umboðsmann hansara, sigur formaðurin í NSÍ, Sonni L. Petersen, við in.fo.


Sambært Sonna, so er Nikolaj Køhlert áhugaður í at sleppa til NSÍ, men at bólturin í løtuni liggur hjá Silkeborg.


Skuldi 23 ára gamli miðvallarin komið til NSÍ, so verður tað talan um ein leigusáttmála, tí verandi sáttmáli hansara við Silkeborg ger tað ómøguligt hjá NSÍ at keypa hann leysan.