Hundraðtals av starvsfólkum á størsta universitetinum í danska kongaríkinum, Københavns Universitet, fáa í næstum tey tungu boð, at tey mugu finna sær eitt nýtt arbeiði.
Tað er ein beinleiðis avleiðing av, at universitetið hevur fingið játtanina á fíggjarlógini skorna við umleið hálva milliard krónum. Tað er umleið 6 prosent av samlaða útreiðslunum hjá universitetinum. Tað upplýsir universitetið í einum tíðindaskrivi í morgun.
Í alt eru tað 500 starvsfólk, tað vil siga 7 prosent av starvsfólkunum, ið mugu finna sær eitt annað arbeiði. 209 starvsfólk verða uppsøgd, meðan 323 starvsfólk fara sjálvboðin.
Slíkar sparingar fáa sjálvsagt eina beinleiðis ávirkan á undirvísingina, og metir universitetið, at skúlin næstu árini fer at útbúgva 10 prosent færri ph.d. lesandi.
- Tað er ein stórur missur av vitan og førleikum at missa so nógv góð starvsfólk. Størstu sparingarnar eru framdar í umsiting og tænastum í eini roynd at fara væl við útbúgving og gransking. Men tað merkir samstundis, at týdningarmiklir stuðulsmøguleikarnir kring tey lesandi, granskarar og undirvísarar detta burtur ella verða niðurskorin, sigur Ralf Hemmingsen, rektari, í tíðindaskrivinum.

Københavns Universitet hart rakt av sparingum





