Í vikuskiftinum spælir sjónleikabólkurin Koala lumpar nýggja ævintýrleikin Tá mánin setur og sólin rísur.
Koala lumpar er ein bólkur, sum er vorðin til á kvøldskúlaskeiðnum »At skriva og spæla leik« hjá Rakel Helmsdal.
Leikin, sum tær sjálvar hava skriva, er eitt nýtt, men kortini klassiskt ævintýr, sum tvær prinsessur, sum fara út á eina langa ferð fyri at bjarga einum prinsi undan einari óndari heks, og á ferðini hitta tær sjálvandi ymsar løgnar og stuttligar verur og vandar, sum tær mugu vinna á. Her er alt hoyrir til í einum ævintýri, men hetta ævintýri hava tit púra víst ongantíð hoyrt áður. Søgan er roknað øllum børnum og barnligum sálum millum 3 og 93 ár.
Spælt verður í Sangstovuni í Kommunuskúlanum leygardagin kl. 14 og 16 og sunnudagin kl. 15 og 17.