Knút Háberg Eysturstein er ein av royndu føroysku tónleikarunum. Hann hevur skrivað, framført og útgivið tónleik síðani aldarskiftið. Í vár var Knút í upptøkuhølinum og innspældi sína fjórðu plátuútgávu saman við góðum fólkum. Nú er fyrsta staklagið útgivið og kann hoyrast á øllum stroymingpallum. Hetta er fyrsta staklag hjá Knút í átta ár.
Lagið ber heitið »Villiniborg« og er ein upplyftandi, lættur og inniligur sangur. Hóast hetta er fyrsta staklagið av komandi heildarútgávuni, so var »Villiniborg« síðsti sangurin, ið var skrivaður til komandi plátuna. Tá Knút var liðugur við hinar sangirnar, og stundin var komin at fara í upptøkuhølið, tók hann samanum sangúrvalið;
– Eg hevði allar sangirnar liggjandi á borðinum framman fyri mær. Meðan eg sat har og hugdi eftir øllum pappírslepunum, gjørdist mær greitt, at har manglaði eitt petti í puslispælinum. Eitt upplyftandi lag, sum kundi veita javnvág í mun til hini, og sum eisini kundi gerast fyrsta staklagið.
– Fræið til hetta lagið kom til mín fyri nógvum árum síðani, men orðini komu skjótt. Tað er ótrúligt at hugsa sær, at hetta hugskotið, sum hevur ligið í bakhøvdinum í so langa tíð, gjørdist síðsti liðurin í míni komandi plátu. Á ein hátt er tað ein forloysandi kensla. Viðhvørt krevst einans hin rætti samanhangurin til tess at gera hugskot til veruleika.
Lyklaorð í nýggja tónleikinum hjá Knúti eru kveiking, felagsskapur, modernað, psykedeliskt, gospel, stórt, rúmligt, dynamiskt, intimt og hjartaligt. Knút heintar íblástur úr ymsum sjangrum og stílum í sannføringini um, at mest áhugaverdi tónleikurin kemur burturúr sameiningini av ymiskum íkasti.
Tónleikaliga yrkisleið hansara byrjaði um tað mundið, tá hann sum blaðungur í 2003 vann Prix Föroyar kappingina við rokkbólkinum Gestir. Síðani tá hevur Knút verið virkin við egnari tónleikaverkætlan umframt við í óteljandi bólkum. Nevnast kunnu Marius, Petur Pólson, AVE, Tuxedo Rebels, Konni Kass, Svartmálm og Hogni.
– Fyri meg hevur tónleikur altíð snúð seg um transendens. Tað hevur altíð verið mín útvegur, sigur Knút Háberg Eysturstein.
Í kvøld spælir Knút konsert í Sirkus í Vágsbotni saman við Daniu O. Tausen, ið júst hevur útgivið debutplátuna »Gonguteigatúnatos« (Tutl). Manningin á konsertini er hin sama sum á »Villiniborg«.
##med2##