Knut Ivan svam 700 km úr Oslo til Bergen

Klokkan 14:55 í gjár kom Knut Ivan Rasmussen í land við Zachariasbryggjuna í Bergen eftir at hava svomið teir 700 kilometrarnar úr Oslo

 

Marit Hommedal/NTB/Ritzau Scanpix

Eingin hevur áður gjørt tað, sum tann 44 ára gamli sálarfrøðingurin Knut Ivan Rassmussen hevur gjørt í summar.

Svimjitúrurin hjá Knut Ivan Rasmussen byrjaði í Oslo fríggjadagin 1. juli. Og mikudagin klokkan 12 fór hann undir tann allar síðsta teinin á tí 700 kilometra longu manndómsroyndini.

Málið var at koma í land í Bergen klokkan 15. Hann var har fimm minuttir fyri tíð.

Tann 44 ára gamli sálarfrøðingurin og svimjarin úr Oslo hevur skrivað eina masteruppgávu um óttan fyri at miseydnast og hvussu tú kanst vinna á óttanum.

– Tað kann forða okkum í at gera tað, sum vit hava mest hug til at gera. Vit mugu tora at gera tað, sum vit hava hug til. Og um tað ikki raggar, hvat so? Tolir tú tað, kanst tú gera tað tú vilt. Tú ert frælsur, sigur Knut Ivan Rasmussen við norska kringvarpið NRK.

 

##med2##

Svimjitúrurin hevur verið ein roynd í hesum sambandi.

Túrurin hevur verið býttur sundur í teinar, sum hvør hevur verið 20 kilometrar, men onkrar dagar hava teinarnir verið eitt sindur styttri ella eitt sindur longri.

Tað er lætt at skilja, hvussu avbjóðandi tað er at svimja 3.500 ferðir á rað í nakrar vikur. Og túrurin hevur ikki verið uttan trupulleikar.

Longu út gjøgnum Oslofjørðin kom Knut Ivan Rasmussen í illveður, millum annað við vindi, sum seinkaði honum munandi.

Hvalspýggjur, kaldur sjógvur og sár eru onnur viðurskifti, sum hava plágað Knut Ivan Rasmussen.

– Eg eri eitt sindur eymur ymsastaðni, men annars havi eg tað, segði hann við NRK, tá hann næstan var komin á mál í Bergen í gjár.

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

Marit Hommedal/NTB/Ritzau Scanpix

Svimjitúrurin úr Oslo til Bergn verður umrøddur sum tann longsti í Norðanlndum nakrantíð. Mynd: NORWEGIAN SWIM EXPEDITION 2022