Knústi rút á dansistaði

Herverk bleiv í nátt framt á eitt dansistað í Havn

Í nátt blev herverk gjørt á eitt dansistað í Havn.

 

Ein maður smekkaði hondina inn í ein rút á dansistaðnum, og rúturin fór í knús.

 

Tað upplýsir vakthavandi á politistøðini í morgun, sum tó ikki vil koma nærri inná, hvat dansistað talan er um.

 

Maðurin, sum breyt rútin, skar seg illa í hondina og bleiv tí sendur á sjúkrahúsið, har hann fekk nakrar pentur í hondina.

 

Politiið upplýsir annars, at hóast nakað av fólki var í býnum í nátt, var tað stak friðarligt hjá politinum.