Knudsen-show við Margáir og NSÍ er oddalið (FM1)

(FM1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá NSÍ skoraði trý mál við Margáir, og hoyr Aron Knudsen seta orð á greiða sigurin

##med2##

NSÍ vann seg uppá oddasessin í Betrideildini við einum greiðum 3-0 sigri á EB/Streymi við Margáir í Streymnesi fyrr í kvøld. NSÍ hevur vanliga gott tak á sundalagsmonnum, og tað vísti seg aftur í dag. 

Jóannes Hansen skrivaði m.a. soleiðis um sigurin hjá NSÍ á in.fo fyrr í kvøld: - 21 ára gamli Mórits Heini Mortensen hevur vunnið pláss millum teir fyrstu ellivu, og longu í sjeynda minutti setti hann hol á, eftir at Jann S. Benjaminsen hevði spælt hann leysan.

Heimamenninir vóru ikki tryggir á bóltinum fyrstu løtuna, og tað kostaði nógv, tá ið teir lorkaðu bóltin burtur í uppspælinum. Soleiðis var tað í miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá ið NSÍ økti um munin til 2-0. NSÍ vann bóltin av EB/Streymi á heimahálvuni, og nøkur sekund seinni hevði Petur Knudsen spælt yngra beiggjan, Aron, púra leysan og so var 2-0.

Miðskeiðis í seinna hálvleiki staðfesti Petur Knudsen 3-0 NSÍ sigurin við brotssparki, sum heimaliðið óneyðugt gjørdi í ikki serliga vandamiklari støðu.

Á norska TV2 var staðfest, at hetta var dagurin hjá Knudsen-brøðrunum. 

Í samrøðu við Sjúrð H. Hoydal á FM1 aftaná dystin kundi Aron Knudsen fegnast um sigurin, men hann helt, at hann átti at havt skorað fleiri mál. 

EB/Streymur – NSÍ 0-3 (0-2)

0-1: Mórits Heini Mortensen 7.

0-2: Aron Knudsen 25. 

0-3: Petur Knudsen br. 63.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal segði frá teimum trimum málunum hjá NSÍ. Teitur Joensen var viðmerkjari hjá FM1.

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Aron Knudsen. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við virkandi liðskiparan hjá EB/Streymi, Andras Olsen. Hoyr eisini samanumtøkuna hjá Teiti Joensen. 

 

(Hoyr frásøgn av málunum hjá NSÍ og samrøðu við Aron Knudsen)