Knørrur Regatta 2013

Leygardagin verður tiltakið Knørrur Regatta 2013 í Hvidovre.

Hetta er 4. ferð, at manningar setast við árarnar, og tað frættist úr Hvidovre, at spenningurin er stórur.

Klokkan 14:30 verður byrjað. Meðan kappróðurin er, verður møguleiki at at keypa sær mat og okkurt leskiligt afturvið.

Og á kvøldið fer Jens Marni Hansen á pall. Umframt at hava verið á føroyskum pallum í mong ár, so hevur Jens Marni Hansen eisini roynt seg í donskum Grand Prix høpi, og var í vár á palli sum undanframførsla, tá Bon Jovi spældi í Parkini.