Fyrstir á pallin á næsta Asfaltsdegnum vóru Knocklebusters, sum er ein ung jazz-trio Teir sóu ikki út av so nógvum, sum teir gjørdu seg klárar í gráa veðrinum og eg má viðganga, at eg var ivasamur tá ið teir kunngjørdu, at teir fóru at byrja við einum Jaco Pastorius sangi. Men mín ivi varð gjørdur til einki so skjótt teir spældu fyrstu tónarnar. Teir spældu allir sera væl við yvirbevísandi instrumentalum jazzi, sum í mínum oyrum, teimum hjá einum ikki-fjeppara (av jazzi), ljóðaði júst soleiðis, sum hann skal. Teir eru tríggir í bólkinum, ið spæla trummur, bass og saxofon. Eftir øllum at døma eru Knocklebusters trioin hjá Sjúrður Zachariassen, saxofonleikaranum, men tað var ringt at fáa eyga á júst hví, - teir spældu nevniliga ikki egnar sangir. Møguliga hevði Sjúrður staðið fyri úsetninginum, men hetta er ikki at seta orð á.
Hvussu er og ikki, so fingu allir tríggir góðan møguleika at vísa síni evni. Sjálvt um tað eftir næsta sang bleiv eitt sindur gamalt við bass- og trummusolo í hvørjum sangi, so var tað hóast alt feitt at hoyra góðar tónleikarar. Tað hoyrist - og sæst - at bygdarbørn ikki vilja missa musikkskúlan. Knocklebusters eru eitt gott dømi um hví hetta fyri alt í verðini ikki má henda.
Arni Zachariassen










