Kníválop í Onglandi: Tvey børn myrd

Níggju børn eru illa løstað

Við miðdagsleiti í dag leyp ein maður við knívi á eina dansiverkstovu í Southport, og særdi níggju børn og drap tvey.

 

Støðan er álvarslig hjá seks av teimum níggju særdu børnunum. Tað boðar bretska løgreglan frá sambært DR nyheder.

 

Løgreglan metir ikki, at talan er um yvirgang. Børnini vóru til eina Taylor Swift-dansiverkstovu í Southport, umleið 30 kilometrar frá Liverpool á eingilsku vesturstrondini.

 

Bretska løgreglan hevur handtikið ein 17-ára gamlan, sum er undir illgruna fyri at hava framt álopið. Løgreglan hevur í løtuni onki boð uppá orsøkina til álopi.