- Hetta er ein rótføroysk bók, ið setir fokus á ein part av okkara mentan, sum nógvastaðni er um at hvørva, sigur høvundurin Sólgerð Andreassen hevur givið út barnabókina, ?Knassi og Rokkarin?. Hetta er ein bók um heimalambið Knassa, sum verður sett inn í eitt fjós saman við tí garvilla Rokkaranum, sum bæði happar, berjist og hyggur at gimburlombum.
Í bókini ger førilúsin eisini um seg og er óargalig. Tá ringast stendur til hjá Knassa, kemur ein vættur at ugga hann og at siga frá søgum. Veðurlombini verða tó bestu vinir, og tey seta sær fyri at berja seg út aftur í frælsi.
Høvundurin sigur, at dentur er lagdur á uppseting og snið, so bókin er løtt at lesa. Í ?Knassi og Rokkarin? eru myndir, sum stuðla tekstinum, og hesar hevur Martin Tórgarð, yngri, teknað.
Sólgerð sigur, at í bókini eru fakta, so børnini læra og minnast ymiskt, sum tey koma at seta í samband við søguna.
Barnabókin verður givin út á egnum forlagi sum er SANSAN.
Sólgerð hevur eisini skrivað aðrar bøkur. Ein er ?Berføtt ígjøgnum ælabogans litir?, sum er barnabók við 22 smásøgum, ið Sprotin gav út.
Hon hevur skrivað Náttúra og tøkni 3. høvuðsbók, lærarabók og arbeiðsbók til 6. fl.
Aftrat hesum verkum er hondbókin ?Dýr og plantur í fjøruni?, sum Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið út.
Høvundurin sigur, at ?Knassi og Rokkarin? er rótføroysk bók, sum setir fokus á ein part av okkara mentan, sum nógvastaðni er um at hvørva.
?Knassi og Rokkarin? verður seld um landið, og tað er Bókamiðsølan, sum skipar fyri søluni.
Áhugaði kunnu eisini venda sær til forlagið á san@olivant.fo